Logo
7. juni 2024

Tjóðsavnið

Framsýningin í Brekkutúni er opin. Millum annað sæst ein serframsýning við tólv broderaðum vestastykkjum, ið Paulina M.  K. Eliasen hevur broderað. Paulina hevur sniðgivið mynstrini við íblástri frá  føroysku náttúruni. Eisini er annað tilfar, ið lýsir arbeiði hjá Paulinu at  síggja.

 

15.00-18.30 Føroysk plantusøla og  rundvísing í urtagarðinum í Kúrdali.

 

Annleyg hevur rundvísingar í urtagarðinum  kl. 15.00, 15.30, 18.00 og 18.30.

 

Til sølu: Sera sjáldsama plantan  áarneliksrót, sum veksur sera væl í urtagarði. Annars eru nógvar ymiskar  føroyskar plantur til sølu.

 

10.00-18.00 Hoyvíksgarður letur upp.

Stað
Brekkutún 6
Klokkan
10.00 - 18.00
Fyriskipari
Tjóðsavnið